Felagið

Sálarfrøði sum tænasta og viðgerðartilboð er ung í Føroyum samanborið við aðrar tænastur og viðgerðir.

Fyrsti føroyski sálarfrøðingurin við universitetsútbúgving varð settur í starv í 1973, og fyrsta privata viðgerðarstovan varð sett á stovn í 1981. Í dag starvast nærum 40 sálarfrøðingar innan almanna-, heilsu- og skúlaverkið, í kommunum,  barnaverndartænastum og í sjálvstøðugari vinnu.