MENTORSKIPAN

Mentorskipan

Eitt av endamálunum hjá SÁL er at stimbra sambandið millum núverandi og komandi sálarfrøðingar á føroyska arbeiðsmarknaðinum og minka um fjarstøðuna millum sálarfrøðislesandi og sálarfrøðiligu gongdina í Føroyum. Fyri at røkka hesum endamáli, hevur nevndin í SÁL arbeitt við einari mentorskipan, og við góðari undirtøku frá limunum í SÁL og FS, verður mentorskipanin nú sett í verk.

Ætlanin við mentorskipanini er, at hon skal virka sum ein ramma um eitt akademiskt samband millum føroysk sálarfrøðilesandi og sálarfrøðingar, ið starvast í Føroyum og kenna sálarfrøðiligu støðuna har.

Meira kunning um mentorskipanina kann lesast á leinkjuni niðanfyri.

Mentorskipanin Kunning

Ert tú sálarfrøðilesandi og ynskir tú at gerast partur av mentorskipanini, skalt tú útfylla umsóknarskjalið niðanfyri og senda tað til sal@psykolog.fo.

Mentorskipan Umsoknarskjal til tann lesandi