Sálarfrøðilesandi

Sálarfrøðilesandi

Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar ynskir at stimbra um framtíðarmøguleikarnar hjá føroyskum sálarfrøðilesandi í Føroyum. Tað er ynskiligt, at føroysk sálarfrøðilesandi koma heim aftur til Føroya eftir loknan lestur, og í hesum sambandi valdi felagið í 2012 at stovna eina nevnd fyri føroysk sálarfrøðilesandi.

Høvuðsendamálini við lestrarfelagnum eru:

At stimbra samskifti ímillum føroysk sálarfrøðilesandi.

At stimbra netverkið ímillum núverandi sálarfrøðingar á føroyska arbeiðsmarknaðinum og komandi sálarfrøðingar.

Fyri at røkka hesum málum verður skipað fyri ymiskum tiltøkum. Nevndin skipar miðvíst fyri hesum – bæði í Føroyum og í Danmark - har lesandi hava møguliga at taka lut. Stórur partur av sálarfrøðilesandi búgva og lesa í Keypmannahavn, og tá nevndin, sum nú er, er mannað av lesandi í Keypmannahavn, hevur hetta eisini verið miðstaður fyri flestu tiltøkini. Ætlanin er tó, at nevndin í SÁL skal hjálpa og eggja lesandi aðrastaðni úti í heimi at seta smá, líknandi tiltøk í verk. Á henda hátt fáa vit uppbygt samanhald og samskifti, hóast geografiska frástøðu. Sum útgangsstøði verður skipað fyri einum høvuðstiltaki í Føroyum í summarsteðginum. Hendan dagin verður møguleiki hjá øllum føroyskum sálarfrøðilesandi at hitta onnur lesandi, hoyra spennandi fakligar framløgur, fáa góð ráð, seta spurningar, kjakast, osfr. Til undanfarin tiltøk hava virkandi sálarfrøðingar í Føroyum luttikið – bæði sum áhoyrarar og framløgarar. Eitt slíkt tiltak styrkir um sambandið ímillum føroysk sálarfrøðilesandi kring allan heimin, og samstundis er hetta eitt gylt høvi at skapa samband og samstarv millum lesandi og føroyska arbeiðsmarknaðin.