Summartiltakið 2016

Summartiltak 2016 hjá SÁL – Føroysk sálarfrøðilesandi


Summartiltakið var hildið týsdag 26. juli kl. 17 í hølunum hjá Sernám í Tórshavn. Hesaferð vóru tríggir føroyskir sálarfrøðingar og greiddu frá, hvussu tað er at arbeiða innan teirra øki í Føroyum. Hanna Kampman greiddi frá arbeiðinum á Sernám, Anna Arnfríðudóttir Andreasen greiddi frá arbeiðinum á Arbeiðseftirlitinum og Suni Poulsen greiddi frá, hvussu tað er at arbeiða á psykiatriska deplinum. Eisini var okkurt gott til matna og tíð til at práta við hini sálafrøðilesandi og føroyskar sálarfrøðingar.