Útbúgving

ÚTBÚGVING 

Sálarfrøðingur er við lóg eitt vart starvsheiti, sum fólk við útbúgving góðkend av Dansk Psykolognævn hava rætt at nýta. Kandidatútbúgvingarnar í sálarfrøði frá Københavns Universitet, Aalborg Universitet, Aarhus Universitet og Syddansk Universitet, nevndar cand.psych., eru í løtuni einastu útbúgvingar, sum geva beinleiðis rætt til hetta heitið. Niðurløgdu útbúgvingarnar cand.pæd.psych. og mag.art. í sálarfrøði eru javnmettar við cand.psych. og geva sostatt eisini rætt til at at nevna seg sálarfrøðingur. 

Fólk við javnlíkum sálarfrøðiligum útbúgvingum frá øðrum lærdum háskúlum kunnu søkja Dansk Psykolognævn um at fáa útbúgvingina javnmetta við donsku cand.psych. útbúgvingarnar og harvið fáa rættin til starvsheitið sálarfrøðingur. 

Cand.psych. útbúgvingarnar eru allar uppbygdar við eini trý ára bachelorútbúgving og eini tvey ára kandidatiútbúgving, svarandi til 300 ects.

Ymiskt er hvørjum fakulteti sálarfrøðiligu instituttini eru staðsett. Í Keypmannahavn er tað undir samfelagsvísindaliga fakultetinum, í Aarhus er tað undir handils- og samfelagsvísindaliga fakultetinum, í Aalborg er tað undir hugvísindaliga fakultetinum og í Syddansk Universitet er tað undir heilsuvísindaliga fakultetinum. 

Les meiri um sálarfrøðiligar tænastur í Føroyum her.

Møguligt er at lesa um ymisku útbúgvingarnar á heimasíðunum hjá sálarfrøðiligu instituttunum, sí leinkjur niðanfyri. 

Københavns Universitet

Aarhuus Universitet

Aalborg Universitet

Syddansk Universitet