Samstarv

Samstarv

Norðurlendskt samstarv

Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar hevur valt at lata rødd sína ljóða á altjóða sálarfrøðiliga pallinum. Í 2010 fekk felagið fullan limaskap í Norðurlendsku samstarvsnevndini fyri norðurlendsk feløg fyri sálarfrøðingar – SAK. SAK varð alment sett á stovn í Stokkhólmi í 1951, og er samstarvsnevndin mannað av formonnum og forkvinnum fyri feløg fyri sálarfrøðingar í Finlandi, Norra, Svøríki, Danmark, Íslandi og Føroyum. SAK hevur til endamáls at samstarva um viðurskifti hjá norðurlendskum sálarfrøðingum og fyri menning av sálarfrøðini sum frøði og yrki. SAK hittist tvær ferðir um árið, har aktuel evni verða tikin upp.

Tey norðurlendskum feløgini fyri sálarfrøðingar hava eina langa og stolta traditión aftan fyri seg og arbeiða fyri at tryggja, at góðskan og krøvini til sálarfrøðingar eru á hægsta støði. Norðurlendsku feløgini fyri sálarfrøðingar ynskja eisini at menna og styrkja sálarfrøðina uttan fyri norðurlond, og Danmark, Norra, Svøríki og Finland hava millum annað stovnað Scandinavian Journal of Psychology; eitt altjóða vísindaligt tíðarrit fyri gransking innan sálarfrøði.

Altjóða samstarv

Norðurlendska sálarfrøðin ger seg eisini galdandi í øðrum týdningarmiklum altjóða høpum og hevur gjøgnum árini havt týðandi leiklut og sessir í Evropeiskum og Alheimssamgongum, eitt nú IUPsyS, International Union of Psychological Science (Altjóða Felagsskapur fyri Sálarfrøði sum vísind, www.iupsys.net) og EFPA, European Federation of Psychologists’ Associations, (Evropeiskur Felagsskapur fyri Feløg fyri Sálarfrøðingar, www.efpa.eu ).