Viðtøkur

Viðtøkur

Navn, endamál og virki felagsins

§1
Navn felagsins er “Føroyskir Sálarfrøðingar” 

§2
Endamál felagsins er:

  • At røkja faklig og fíggjarlig áhugamál í sambandi við virksemi hjá føroyskum sálarfrøðingum.
  • At fremja áhugan fyri sálarfrøði og økja kunnleikan um tann týdning, sum sálarfrøðin hevur, at skapa umstøður at fremja sálarfrøðiliga gransking og praktiskt sálarfrøðiligt virksemi, og at virka fyri, at eftirútbúgvingin av sálarfrøðingum í Føroyum fylgir við menningini á økinum.
  • At fremja samstarv millum sálarfrøðingar og aðrar viðkomandi fakbólkar.
  • At umboða føroyskar sálarfrøðingar í millumtjóða samstarvi og altjóða pallinum annars. 

§3
Fyri at náa teimum í §2 ásettu málum skal felagið:

  • Samstarva við felagsskapir og stovnar í Føroyum og uttanlands, sum hava týdning fyri sálarfrøði.
  • Skipa fyri felagsfundum.
  • Fáa í lag eftirútbúgvingarskeið fyri limir felagsins. 

§4
Felagið umboðar limir sínar mótvegis teimum myndugleikum og øðrum, sum hava ávirkan á virksemi hjá sálarfrøðingum.

2. stk.
Lønar- og arbeiðsviðurskifti hjá alment settum sálarfrøðingum eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya. Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar ger seg galdandi sum virkin yrkisbólkur innanfyri karmarnar av hesum yrkisfeløgum. 

Limir

§5
Treytin fyri at gerast vanligur limur í felagnum er útbúgving sum Cand.psych., Mag.art. í psykologi ella Cand.pæd.psyk.

2. stk.

  • Nevndin kann gera av, at onnur við útbúgving á sama støði, sum tær í 1. stk. nevndu, kunnu  gerast limir í felagnum.
  • Metingar um støðið í øðrum útbúgvingum enn teirri her nevndu, verða gjørdar í samstarvi við Dansk Psykolognævn.

3. stk.
Lesandi í sálarfrøði á lærdum háskúlum kunnu fáa limaskap eftir serstøkum reglum. 

§6
Limirnir lata eitt árligt limagjald.

2. stk.
Limagjaldið verður ásett á aðalfundinum eftir tilmæli frá nevndini. 

3. stk.                                                                                                                                        Limagjaldið verður goldið frammanundan, og í eins stórum pørtum hvønn ársfjórðing.

4. stk.                                                                                                                                                  Hevur limur ikki goldið limagjald innan 4 vikur aftaná áminning, so verður limur útlimaður.

5. stk. Ynskir limurin at verða innlimaður aftur, skal samlaða eftirstøðan gjaldast áðrenn innliman. Fyrningarfreistin er 5 ár og kann fyrrverandi limur, sum ikki hevur goldið sína eftirstøðu eftir hetta, innlimast aftur. 

Aðalfundurin

§7
Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins.

2. stk.
Regluligur aðalfundur verður hildin hvørt ár í fyrra hálvári.

3. stk.
Aðalfundurin verður fráboðaður skrivliga minst 6 vikur frammanundan. Onnur mál, enn tey í grein 9 nevndu, sum ynskjast á skránna, skulu vera nevndini í hendi minst 3 vikur undan fundinum.

4. stk.
Endalig skrá fyri fundin verður send limunum 2 vikur undan fundinum. 

§8
Eykaaðalfundur verður hildin, tá nevndin heldur tað vera neyðugt, ella tá í minsta lagi triðingur

av limunum krevja tað og boða frá, hvørji mál, ið ynskjast til viðgerðar.

Eykaaðalfundurin verður fráboðaður í seinasta lagi eina viku eftir, at áheitanin er komin nevndini í hendur, og annars eftir somu reglum sum vanligi aðalfundurin. 

§9
Á regluliga aðalfundinum skulu hesi mál vera á skránni:

  • Val av fundarstjóra og fundarskrivara.
  • Frágreiðing um virksemi felagsins seinasta árið.
  • Framløga og góðkenning av roknskapi felagsins.
  • Áseting av virksemi felagsins komandi árið.
  • Val av nevndarlimum, tiltakslimum og einum grannskoðara. 

§10
Aðalfundurin er viðtøkuførur, tá hann er lógliga lýstur.

2. stk.
Á aðalfundinum kann avgerð bert verða tikin um tey mál, sum standa á fundarskránni.

3. stk.
Einki mál er samtykt, uttan at meirilutin av teimum, sum eru á fundinum, atkvøða fyri tí. 

Felagsnevndin

§11
Á hvørjum regluligum aðalfundi verða hesir nevndarlimir valdir:  støk ár 3 og óstøk ár 2 limir.

Eisini er val av tveimum tiltakslimum og einum grannskoðara.

 

2. stk.
Felagsnevndin verður vald við seðlum. Á atkvøðuseðilin verða skrivað ávikavist 3 og 2 nøvn.

Tey 3 (ella óstøk ár 2) sum hava flestar atkvøður, eru vald í nevndina. Falla atkvøður eins, verður lutakast.

3. stk.
Tiltakslimirnir verða valdir á sama hátt, sum ásett í 2.stk., tá skulu í mesta lagi 2 nøvn skrivast á seðilin. 

§12
Nevndin skipar seg sjálv við formanni, skrivara, kassameistara og umboði í Akademikarafelagið Føroya.

Nevndin ger av, hvør virkar í formansins stað, um hesin hevur forfall.

2. stk.
Felagsnevndin hevur ábyrgdina av dagliga virksemi felagsins. Nevndin er bundin av lógum felagsins og av aðalfundarviðtøkum og av viðtøkunum hjá Akademikarafelagi Føroya, men hevur annars fullan myndugleika at umboða felagið.

3. stk.
Felagið er bundið av undirskrift formansins. 

§13
Felagsnevndin heldur fund, tá formaðurin heldur tað vera neyðugt, ella tá hinir nevndarlimirnir krevja tað og boða frá hvørji mál ynskjast til viðgerðar.

Í hesum føri skal fundurin í seinasta lagi verða hildin eina viku eftir, at áheitanin er framkomin.

2. stk.
Nevndin er viðtøkufør, tá minst tríggir nevndarlimir eru hjástaddir.

Eingin avgerð verður tikin uttan, at minst tríggir nevndarlimir atkvøða fyri.

3. stk.
Allar avgerðir verða skrivaðar upp í eina gerðarbók.

4. stk.
Við teimum í hesi grein ásettu avmarkingum, avger nevndin sjálv sína fundarskipan. 

§14
Kassameistarin skal røkja fíggjarviðurskifti felagsins, heinta inn limagjald og greiða útreiðslur.

Á hvørjum aðalfundi framleggur hann roknskapin fyri árið, sum fór.

2. stk.
Roknskaparár felagsins er álmanakkaárið. 

Siðfrøðinevnd (etikknevnd)

§15
Felagið setur á stovn serstaka nevnd, sum skal viðgera siðfrøðiligar spurningar sum viðvíkja arbeiðinum hjá føroyskum sálarfrøðingum – bæði viðvíkjandi einstakum limum og yrkisbólkinum sum heild.

Siðfrøðinevndin hevur 4 limir, og verður ein teirra nývaldur á hvørjum aðalfundi. 

Felagsslit

§16
Felagið kann verða slitið á regluligum aðalfundi, tá tað frammanundan er gjørt limunum kunnugt, og tá 2/3 av limum felagsins atkvøða fyri. 

Lógarbroytingar

§17
Hesar viðtøkur kunnu bert verða broyttar á regluligum aðalfundi ella eykaaðalfundi, og bert tá 2/3 av teimum møttu limunum atkvøða fyri.