Heini Winter Johnsen

Navn: Heini Winther Johnsen, 25 ár.
Búðstaður í Føroyum: Partvíst Keypmannahavn og partvíst Hoyvík/Tórshavn.
Útbúgvingarstovnur: Københavns Universitet
Árgangur: 2010
 

Hvat dámar tær væl við útbúgvingini á tínum útbúgvingarstaði?
Mær dámar øgiliga væl, at útbúgvingin sum heild er øgiliga teoretisk og empirisk. Tað, sum eg serliga eri glaður fyri, er, at vit ikki bara læra tað tilfarið, sum verður givið til okkum gjøgnum útbúgvingina, men at vit eisini læra at sjálvi finna granksingartekstir og meta um, hvat er gott og minni gott. Við øðrum orðum: vit læra at læra. Útbúgvingin leggur eisini stóran dent á vísindaligu metoduna, vísindaástøði og hagfrøði, sum eg sjálvur haldi eru alneyðug tól at hava við sær í mun til at menna seg akademiskt.

 

Yndisgrein í sálarfrøðini (teoretikari ella rættningur)?
Neuro- og kognitiv psykologi/kognitiv neurovísindi

 

Hevur tú ella hevur tú havt nakað lestrarstarv?
Ja, eg havi m.a. arbeitt á UCN (Unit for Cognitive Neuroscience), CfH (Center for Hjerneskade), CVC (Center for Visual Cognition), sum øll eru partur av Københavns Universitet. Síðani havi eg verið í granskingarstarvsvenjing á CNC (Oxford Cognitive Neuropsychology Centre) á Oxford Universitet.

 

Hvat ætlar tú at brúka útbúgvingina til, og hvat er títt dreymastarv?
Mítt dreymastarv er at arbeiða sum granskari, og hetta er eisini tað, eg vil brúka mína útbúgving til. Eg havi stutt síðani fingið eitt PhD-stipendium og byrji tískil sum Ph.d.-lesandi í Septembur 2016 á UCN.

 

Áhugamál/frítíðarítriv?
Í frítðini dámar mær væl at lesa skaldskap, spæla tónleik, renna, spæla telduspøl og síggja vinfólk.

 

Ætlar tú tær aftur til Føroya?
Eg ivist. Tað er nokk treytað av, hvørjir mínir møguleikar sum granskari innanfyri tað neuropsykologiska økið í Føroyum eru. Eg má viðganga, at eg ikki havi hugsað serliga nógv um, hvar eg ætli mær at búgva í framtíðini. Mín framtíðar búðstaður er ikki líka avgerandi fyri meg sum mítt framtíðar arbeiði. Tíðin má vísa, hvat tað verður.

 

Hevur tú onkra stuttliga søgu um, hvat fólk siga, tá ið tey hoyra, at tú lesur sálarfrøði?
Eg havi bert einaferð uppliva ta klassisku reaktiónina, har tveir amerikanarar komu yvir til mín og ein annan sálarfrøðilesandi og spurdu, hvat vit studeraðu. Aftaná svarið hjá okkum søgdu tey sjálvandi: ”Oh my god, I bet you guys are psychoanalyzing us right now!”. Til famljuføðingardagar havi eg eisini fleiri ferðir upplivað, at onkur sigur: ”Nei, nú má eg altso tiga, her situr ein sálarfrøðilesandi her – ha ha.” Tá situr man sjálvandi eftir við einum følskum smíli og hugsar “Jaa-neeeeii…”.