Soleiðis tosar tú við títt barn um ógvusligar hendingar

04/07/2022

Tað var skelkandi at hoyra tíðindi um syrgiligu hendingina í Fields í Keypmannahavn í gjárkvøldi, og vit hava djúpastu samkenslu við teimum, ið hava mist ein kæran, eins og teimum ið á annan hátt eru rakt av hendingini.  Tíðindini um ógvusligu hendingin ávirka okkum øll á ymiskan hátt, og tað er sannlíkt at hendingin fer at merkja myndina í miðlunum og samrøðurnar kring døgurðaborðið komandi tíðina.

Sannlíkt er, at fleiri føroyingar vóru staddir í stóru handilsmiðstøðini tá skottilburðurin fór fram, eins og vit hoyra nógv tíðindi um hendingina í útvarpi, sjónvarpi og á sosialu miðlunum. Tá miðlar hava stórt fokus á ógvusligar hendingar, kann hetta skapa ótta og stúran hjá bæði vaksnum og børnum. Ímeðan vit vaksnu ofta hava nóg mikið av lívsroyndum til at hugsa langskygt um slíkar ræðuleikar, so standa børn ofta við øðrvísi avbjóðingum. Tá børn beinleiðis uppliva ógvusligar hendingar ella uppliva hesar gjøgnum tíðindi og sosialar miðlar, er tað púra vanligt, at tey uppliva nógv fleiri stúranir og ótta enn vanligt.

Tað liggur tí ein ábyrgd á okkum vaksnu at fylgja við í, hvat børn okkara síggja og hoyra, soleiðis at prátið kann taka útgangsstøðið í hesum. Bæði RedBarnet og Børns Vilkår hava lagt góð ráð út um slík prát við børnini. Hesar leinkjur vilja vit í Felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar við hesum vísa til.