Yvirlýsing frá Føroyskum Sálarfrøðingum um upplating av dagstovnum og skúlum

27/04/2020

Í eini tíð, har gerandisdagurin á nógvar mátar er fullkomiliga kollveltur, hava føroyingar fylgt teimum tilmælum og vegleiðingum, sum myndugleikarnir eru komnir við. Eins og føroyingar flest fegnast vit í felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar um, at tað hevur eydnast at minka um smittuvandan í Føroyum. Myndugleikarnir hava tískil valt at lata partar av samfelagnum uppaftur.

Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar harmast tó um, at avgerðirnar eru tiknar, uttan at viðkomandi fakbólkar eru tiknir við upp á ráð. Sum felag hava vit seinastu vikurnar hjá landsins myndugleikum gjørt vart við, at sálarfrøðiligi fakkunnleikin er heilt fráverandi í núverandi krepputilbúgving landsins. Hetta hóast tað er eyðsæð, at kreppur av øllum slag eisini kunnu hava sálarliga ávirkan. Seinasta dømið um hetta er avgerðin um at lata dagstovnarnar upp aftur undir teimum tilmælum, sum í løtuni eru galdandi. At myndugleikarnir meta, at tað ber til at lata dagstovnar upp við m.a. einum tilmæli um í mest møguligan mun at halda tveir metra frástøðu er púra burturvið og vísir á manglandi vitan um, hvat okkara yngstu borgarar hava tørv á fyri at mennast og trívast.  

Fyri at mennast og trívast hava børn fyrst og fremst tørv á tryggleika. Tað er tryggleikaskapandi, tá børn vita, at tey hava vaksin rundan um seg, sum kunnu virka sum ein trygg basa, sum tað bæði ber til at flyta seg burtur frá, tá man skal kanna umhvørvið og eitt nú spæla við onnur børn, men har tað samstundis er møguligt at koma aftur til tann vaksna, tá barnið hevur tørv á eitt nú troyst. Atburðurin hjá teimum vaksnu, sum kann vera við til at geva børnunum troyst og soleiðis eisini menna børnini kensluliga, krevur, at tann vaksni kann vera í tøttum og ofta eisini kropsligum sambandi við barnið, soleiðis at tað ber til at hjálpa barninum at finna ró og rúma sínum kenslum. Børn hava ikki eina innaru kenslustýring, men eru bundin at, at ein vaksin kann skipa teirra kenslur, soleiðis at tey seinni sum ung megna hetta sjálvi í størri og størri mun. At taka hendan møguleikan fyri nærleika burtur frá børnunum júst nú, tá tey, eins og øll onnur í samfelagnum, eru í eini ókendari støðu, kann sostatt hava neiliga ávirkan á teirra trivnað og í longdini eisini á teirra menning. Hetta er serliga umráðandi fyri yngstu børnini, av tí at umsorganin fyri teimum undir ongum umstøðum kann røkjast við frástøðu. Hetta vita okkara dugnaligu námsfrøðingar og hava tey sostatt nógvastaðni valt at hyggja burtur frá tilmælinum um t.d. tveir metra frástøðu, av tí at hetta snøgt sagt ikki ber til. Hetta setir tó einstaka starvsfólkið í eina ótrygga støðu, har viðkomandi hevur eina órímiliga ábyrgd, skuldi tað hent, at valið førir til, at smittan breiðir seg á dagstovninum. Hetta kann eisini elva til ótryggleika millum starvsfólkini, sum síðani gera børnini ótrygg, tí tey avlesa og endurspegla, hvussu tey vaksnu hava tað.

Í mun til eldru børnini á dagstovnaøkinum og í yngstu flokkunum í skúlunum hava myndugleikarnir ókritiskt valt at senda filmin ”Nú fara vit í barnagarð/skúla” um byrjan í barnagarði og skúla út til øll børn í Føroyum. Hetta hóast hesin sami filmur hevur verið fyri nógvum atfinningum í Danmark, har hann hevur sín uppruna. Atfinningarnar snúgva seg í høvuðsheitum um, at børn ikki hava førleikarnar til at liva upp til tilmælini, og at filmurin sostatt kann vera við til at skapa ósunnan ótta, stúranir og ótryggleika. Hetta eru atfinningar, sum vit taka undir við. Vit meta, at hesir filmar eru við til at skapa enn meira ótryggleika hjá børnunum, sum frammanundan skulu venja seg við, at tey vaksnu eru øðrvísi, stovnurin/skúlin sær øðrvísi út, og leikurnar eru nógv avmarkaðar. Heldur enn at leggja ábyrgdina á børnini, er neyðugt at hava fokus á, hvussu tey vaksnu koma at skipa gerandisdagin hjá børnunum øðrvísi. Tískil er tað óhóskandi, at myndugleikarnir eggja foreldrum til at tosa við børnini um týdningin av, at tey fylgja tilmælunum. Haraftrat tekur miðlingin til børnini, í hesum føri gjøgnum hesar báðar filmarnar, als ikki hædd fyri menningarstøðinum hjá børnum, til dømis hvussu nógvar upplýsingar tey megna at minnast. Filmarnir geva børnunum uml. 25 boð. At vænta, at børn minnast so nógv boð, er púra burturvið.

Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar metir, at hendan gongdin frá byrjan av kundi verið skipað á ein øðrvísi og betri hátt, um hóskandi fakkunnleiki – í hesum føri serliga námsfrøðingar og sálarfrøðingar – høvdu verið við í tilgongdini frá byrjan av. Soleiðis kundi serfrøðin á økinum verið við til at ráðgivið viðkomandi myndugleikum, soleiðis at vit sloppu undan hesi óhepnu støðuni, sum vit nú eru komin í, har einstaklingar noyðast at standa við eini óhóskandi stórari ábyrgd. Hetta eisini í mun til at fyribyrgja, at broyttu umstøðurnar viðvíkjandi koronasmittuni elva til eina verri sálarheilsu hjá okkara yngstu borgarum bæði nú og í árunum, sum koma.

Nevndin hjá felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar