Føroyskir Sálarfrøðingar fingið stuðul til verkætlan

10/08/2016

Granskingarráðið hevur játtað Felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar pening úr høvuðsøki 1 til at kanna sálarheilsuna hjá føroyskum miðnámsskúlanæmingum.

Sálarfrøðingarnir Súsanna Skaale og Annika Helgadóttir Davidsen standa fyri kanningini.

Brot úr umsóknini:

Vit vita lítið um sálarheilsuna hjá føroyskum ungdómum. Tær fáu kanningar, ið hava verið gjørdar á økinum, vísa tó, at børn og ung stríðast sálarliga eins og børn og ung í okkara grannalondum. Kanningin hjá Petersen et al. (2010) vísti, at umleið 20% av føroyingum hava áðrenn 14-ára aldurin havt sálarligar trupulleikar, ið gera tað trupult hjá teimum at hava ein gerandisdag, har virksemið samsvarar við aldurin. ESPAD kanningin hjá Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu byggir undir hesi tøl. Harafturat er í ár umfatandi kvalitativ kanning útgivin, ið byggir á samrøður við í alt 22 ung úr Íslandi, Noregi og Føroyum. Tað, sum tykist vera serliga galdandi í Føroyum, er, at long tíð gongur, áðrenn tey ungu fáa hjálp, og tá er tørvurin á viðgerð størri, enn um tey fingu hjálp fyrr.

Tí hevur fyribyrgjandi arbeiði av ymsum slag avgerandi týdning á hesum øki – fyrst og fremst fyri einstaklingin og tey, ið varða av, men eisini fyri at minka um tær samfelagsligu útreiðslur, ið standast av sálarligum trupulleikum. Fortreytin fyri at kunna fremja neyðugu átøkini fyri føroyska ungdómin er tó, at vit hava álítandi vitan um júst sálarheilsuna hjá føroyskum ungdómi. 

Verkætlanin fer at enda við eini skrivligari frágreiðing og einum tilmæli grundað á úrslitini, m.a. um ítøkilig sálarheilsufremjandi tiltøk á økinum.