Spurnarkanning um sálarheilsuna hjá løntakarum

23/04/2020

Granskingarráðið hevur játtað stuðul til Fakfelagssamstarvið frá høvuðsøki 1 hjá
Sjúkrakassagrunnninum. 

Fakfelagssamstarvið stendur fyri verkætlanini, sum fer at verða framd undir leiðslu
av Anniku Helgadóttir Davidsen ph.d., og granskarar á Deildini fyri Arbeiðs og Almannaheilsu.

Stóru inntrivini í gerandisdagin orsakað av COVID-19 gera, at nógv eru stúrin – um teirra egnu heilsu ella heilsu teirra avvarðandi, um tey hava eina inntøku komandi mánaðin, ella um tey yvirhøvur hava eitt starv at venda aftur til, tá umfarssóttin ikki longur er ein hóttan. Saman við óvissuni um, hvussu leingi hon varar, kann hendan undantaksstøðan ávirka nøgdsemi við arbeiðið, skapa strongd og ávirka sálarheilsuna neiliga, beint nú og í longdini. Hóast vit ikki enn vita, hvørja
ávirkan støðan nú fer at hava, vita vit tó, at áhaldandi strongd kann hava álvarsamar kropsligar, sálarligar, sosialar og fíggjarligar avleiðingar fyri tann einstaka. Møguleikin fyri á vanligan hátt at loysa arbeiðsuppgávurnar eru munandi skerdir, uttan mun til um uppgávan er hjá heimahjálpini, á flakavirkinum ella í fólkaskúlanum. Harafturat er møguleikin fyri at vera partur av kollegiala felagsskapinum avmarkaður ella heilt horvin, tá fólk noyðast at arbeiða heimanífrá, arbeiða einsamøll, arbeiða uppdeild í liðum, o.s.fr. Markið í millum arbeiðs- og privatlívið er sostatt fyri tey flestu strikað ella broytt munandi hesar vikurnar, samfelagsligu átøkini hava verið í gildi.

Endamálið við hesari kanning er at lýsa, hvussu frástøðan og avbyrgingin í samband við COVID-19 ávirkar sálarliga arbeiðsumhvørvið og sálarheilsuna hjá løntakarum. Úrslitini frá hesari kanning kunnu nýtast til at kortleggja sálarligu avleiðingarnar av COVID-19, umframt at greina áleikandi og framtíðar tørvir.

Luttak í kanningini við at trýsta HER.