Sálarfrøðingur knýttur at farsóttarnevndini

04/01/2022

Ein sálarfrøðingur verður nú eisini knýttur at farsóttarnevndini.

Kaj Leo Holm Johannesen hevur gjørt av at seta Anniku Helgadóttir Davidsen í nevndina. Annika er sálarfrøðingur og ph.d. og starvast sum adjunktur í sálarfrøði á Fróðskaparsetrinum. Hon hevur verið knýtt at Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, har hon millum annað hevur kannað, hvussu korona hevur ávirkað sálarheilsuna hjá føroyskum arbeiðstakarum.

Í viðmerkingum til setanina segði Kaj Leo Holm Johannesen, at hann metir at tað er rætt at seta ein sálarfrøðing í farsóttarnevndina, tí at koronufarsóttin eisini ávirkar fólk sálarliga. Hann segði, at hetta eigur at vera tikið í størsta álvara, og at ein sálarfrøðingur í farsóttarnevndini kann ráðgeva í sálarfrøðiligum spurningum og meta um sálarlig árin av ætlaðum átøkum.