Tørvur á sálarfrøðiligum tilboði til fólk, ið hava seinárin vegna kynsligan ágang

27/04/2017

Síðani desember mánaða 2016 hevur verið gjørligt hjá fólki, ið stríðast við seinárin vegna kynsligan ágang barnaárini, at fáa 10 ókeypis samrøður hjá løggildum sálarfrøðingi.

Viðgerðartilboðið er skipað sambært Heildarætlan um kynsligan ágang, sum Almannamálaráðið umsitur, og er ætlað vaksnum fólki, ið hava trupulleikar av seinárinum vegna kynsligan ágang, sum var framdur, tá tey vóru børn. 

Seinastu 4 mánaðirnar hava á leið 40 fólk fingið eitt viðgerðartilboð, og vitnar hetta um ein stóran tørv á júst samrøðum hjá sálarfrøðingi innan hetta økið. Sum felag eru vit fegin um, at landstýriskvinnan í almannamálum fíggjarliga hevur raðfest hetta tilboð, og hava vit eisini eitt stórt ynski um, at neyðugi peningurin verður settur av á fíggjarlógini, soleiðis at viðgerðartilboðið gerst eitt fast tilboð til tey, ið stríðast við seinárin vegna kynsligan ágang.

Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar