Arbeiðsøki
Psykoterapeutiskar samrøður við familjur, bólkar og einstaklingar
Supervisión og faklig vegleiðing
Fyrilestrar, skeið og onnur undirvísing
Eg havi arbeitt nógv við vaksin, sum eru rundanum børn og ung í trupulleikum (foreldur og professionell)
Samrøður
Eg havi samrøður við fólk, ið stríðast við ymsar sálarligar trupulleikar so sum tunglyndi, avleiðingar av kynsligum ágangi og øðrum, ið á einhvønn hátt ger lívið trupult.
Mín teoretiska tilgongd tekur útgangsstøði í systemiskari og narrativari ástøði. Út frá narrativa sjónarmiðnum fær lívið meining gjøgnum tær forteljingar vit hava um lívið; tað sum vit hava roynt og upplivað. Okkara forteljingar eru ofta óruddiligar og fløkjutar í mun til hvørja aðra. Í mínum arbeiði eri eg m.a. upptikin av at víðka forteljingar og soleiðis møguleikarnar hjá tí einstaka aktivt at gera nakað við trupulleikan, ið viðkomandi ynskir at minka um.
Útbúgving
2015: Autorisatión frá Dansk Psykolognævn
2012: Konsultativ eftirútbúgving frá Inpraxis
2011: Kandidatútbúgving frá universitetinum í Keypmannhavn
Starvsroyndir
Eg havi arbeitt sum sálarfrøðingur í Keypmannahavn frá 2011-2013 í Pædagogisk Psykologisk Rådgivning, Amager.
Frá 2013 til 2017 havi eg arbeitt hjá Sernám.