Tunglyndi skal takast í álvara

07/04/2017

Í samband við heimsheilsudagin í dag, 7. apríl, varpar WHO (World Health Organization) ljós á stríðið við tunglyndi. Tunglyndi er ein sálarligur trupulleiki, ið rakar alt fleiri fólk. WHO hevur í nýggjari frágreiðing mett, at tunglyndi í 2020 verður millum størstu trupulleikarnir hjá fólki.

Í Føroyum hevur seinastu tíðina ein ávísur politiskur vilji verið til at seta sálarheilsu meira á breddan – m.a. við átakinum “Sunn Sinn” hjá Fólkaheilsuráðnum, umframt arbeiðið við Heildarætlanini um sálarheilsu í Føroyum. Hóast hesi átøk liggur nógv arbeiði fyri framman, tá tað snýr seg um sálarheilsu, og herundir tunglyndi.

Medisinsk viðgerð hevur í nógv ár verið nýtt til tunglyndi. Í Føroyum er sølan av antidepressiva tvífaldað seinastu 10 árini, og serliga nýtslan millum ung fólk er økt í mun til tey grannalond, ið vit vanliga samanbera okkum við. Samstundis hava vit holla granskingargrundaða vitan um, at sálarfrøðilig viðgerð er effektiv til at viðgera lætt til moderat tunglyndi. Hóast hesa vitan er atgongdin til sálarfrøðiliga viðgerð aloftast bæði trupul og dýr fyri tann einstaka, m.a. tí at tunglyndi ikki er umfatað av sáttmálanum millum Føroyskar Sálarfrøðingar og Heilsutrygd. Bíðitíðin til ambulanta sálarfrøðiliga viðgerð á psykiatriska deplinum er long, og onnur almenn tilboð eru avmarkað. Hetta kann føra við sær, at fólk, ið hava tørv á viðgerð, ikki fáa hana. Og hetta, meta vit, er ein stórur trupulleiki – fyri tann einstaka og hansara/hennara avvarðandi, eins og tað kann gerast ein fíggjarliga stór byrða fyri samfelagið. Og hetta skal takast í fullum álvara.   

Umframt at geva borgarum skjóta og góða hjálp, tá ið trupulleikarnir órógva gerandisdagin ov nógv, eiga vit í nógv størri mun at hugsa bæði heilsufremjandi og fyribyrgjandi, tá talan er um trivnaðin hjá føroyskum børnum, ungum og vaksnum.

Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar