• Mynd frá árliga samstarvsfundinum millum Siðfrøðinevndina hjá felagnum Føroyskir sálarfrøðingar, Sjúkrarøktaretiska ráðið og etiska ráðið.

Árligi samstarvsfundurin millum Siðfrøðinevndina hjá felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar, Sjúkrarøktaretiska ráðið og Etiska ráðið

12/10/2021

Árligi samstarvsfundurin millum Siðfrøðinevndina hjá felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar, Sjúkrarøktaretiska ráðið og Etiska ráðið, har feløgini kunnaðu hvørt annað um sítt virksemi og ætlanir, og har tosað var um møguleikar fyri samstarvi  í 2021.

Á fyrsta fundinum í 2018 var gjørt soljóðandi niðurstøða um innihaldi av samstavsfundunum okkara millum:

1. Hittast árliga, eftir heystfrítíðina, at kunna hvønn annan um arbeiðið og tosa um felags mál.

2. Bera vitan sínámillum, t.d. tá ymsu felaøgini hava luttikið á skeið og ráðstevnum.

3. Skipa fyri felags fyrilestrum fyri limum og fyri almenningi

4. Hava felags lesna og lesing

5. Hava felags førleikamenning

6. Virka sum sparringnspartnari hjá hvørjum øðrum.