Áheitan frá føroyskum sálarfrøðilesandi

02/03/2017

Niðanfyri sæst alment skriv frá SÁL, ið heitir á føroyskar myndugleikar um - fakliga og fíggjarliga - at uppraðfesta sálarheilsu í Føroyum og á tann hátt gera tað lættari hjá føroyingum at fáa atgongd til sálarfrøðiliga hjálp.

Føroyskir Sálarfrøðingar fegnast um skrivið og bakkar sjálvsagt teimum lesandi upp í teirra sjónarmiðum og í tí týdningarmikla boðskapi í hesum skrivi. 

Ynskja hægri raðfesting av sálarligari heilsu í Føroyum

Nevndin í SÁL, ið er felag fyri føroysk sálarfrøðilesandi, varpar ljós á, at alsamt fleiri føroysk sálarfrøðilesandi ynskja sær eina framtíð sum sálarfrøðingar í Føroyum. Sálarfrøðingar hava nógv at bjóða føroyska heilsuverkinum og øðrum starvsplássum, men sálarfrøðiligi serkunnleikin verður ikki raðfestur nóg høgt av politisku myndugleikunum.

Nógv bendir á, at fleiri og fleiri av teimum áleið 50 føroyingum, sum í løtuni lesa sálarfrøði, eru áhugaðir í at venda aftur til Føroya eftir loknan lesnað. Sum komandi sálarfrøðingar hava vit eina servitan um sálarliga heilsu, ið vit ynskja at brúka til gagns fyri føroyingar og Føroyar. Vit ynskja einar Føroyar, ið leggja størri dent á sálarliga heilsu og fyribyrging av sálarsjúku, bæði í heilsuverkinum, almennum og privatum starvsplássum og á serøkinum. Í løtuni er støðan tó tann, at alt ov fá størv eru til sálarfrøðingar í Føroyum, hóast pláss er fyri fleiri sálarfrøðiligum tænastum og bíðitíðin til sálarfrøðing í eitt nú psykiatriini kann vera long. Hetta kunnu og eiga vit at gera nakað við.

Sálarlig heilsa og likamlig heilsa javnsetast

Javnsetan av sálarligari og likamligari heilsu er eitt aðalmál hjá heimsheilsustovninum WHO, tí mann veit, at sálarsjúkur sum tunglyndi og angist eru millum størstu heilsuligu avbjóðingar í vesturheiminum. Hetta er ein avbjóðing, ið eisini eigur at takast í álvara í Føroyum. Sundhedsstyrelsen í Danmark vísir á, at tunglyndi er millum størstu sjúkrabyrðurnar í mun til sjúkradagar, fyritíðarpensiónistar, mista arbeiðsorku, ambulantar sjúkraviðgerðir, viðgerðir á skaðastovu, viðgerðir í primera sektorinum og innleggingar. Hóast vit ikki hava yvirlit yvir somu tøl í Føroyum, gevur hetta ábendingar um, at vit eiga at taka viðgerð og fyribyrging av sálarsjúku í størsta álvara. Sambært donskum kanningum hevði tað einfalt spart samfelagsbúskapinum pening at gjørt íløgur í sálarfrøðiligar tænastur frá útbúnum sálarfrøðingum.

Í fjør setti Arbeiðseftirlitið sálarfrøðing í starv, ið skuldi tryggja, at sálarliga arbeiðsumhvørvið á føroyskum starvsplássum er nøktandi, og í ár er skjøtul settur á arbeiðið at gera heildarætlan fyri føroysku psykiatriina. Í SÁL gleðast vit um, at Sirið Stenberg hevur tikið stig til hesa heildarætlan. Hesi eru góð dømi um, at Føroyar so smátt byrja at ganga í fótasporunum hjá grannalondunum og taka sálarliga heilsu í eins stórum álvara og likamliga heilsu. Men enn er eitt vet á mál. Í 2014 skrivaði Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, í Starvsblaðnum, at strongd kostar føroyska samfelagnum 140 milliónir krónur árliga orsakað av sjúkrafráveru, at fólk doyggja ov tíðliga og í útreiðslum til heilsuverkið. Hann metir, at áleið 350 føroyingar eru sjúkrameldaðir av strongd hvønn dag. Tølini eru umroknað úr donskum viðurskiftum, men sambært Súna Selfoss bendir alt á, at støðan viðvíkjandi strongd ikki er mætari í Føroyum enn í Danmark. Strongd og vantandi trivnaður eru millum størstu orsøkir til sjúkrameldingar, og hetta kunnu sálarfrøðingar vera við til at fyribyrgja. Sum komandi sálarfrøðingar kunnu vit lyfta føroyska sálarfrøði og vera við til at bøta um støðuna viðvíkjandi sálarligari heilsu í Føroyum.

Tørvur á fleiri sálarfrøðingum

Í løtuni starvast sálarfrøðingar m.a. í føroyska sjúkrahúsverkinum, hjá Sernámi, hjá Arbeiðseftirlitinum og privat. Í sjúkrahúsverkinum eru 7,45 fulltíðarstørv, har flestu sálarfrøðingar starvast í psykiatriini. Hóast Psykiatriski Depilin húsar flestu sálarfrøðingunum er pláss fyri væl fleiri.

Sammeta vit okkum við grannalondini vóru 3.642 sálarfrøðingar á sjúkrahúsum í Svøríki í 2014. Umskrivað til føroysk viðurskifti svarar hetta til gott 15 sálarfrøðingar í fullari tíð í sjúkrahúsverkinum. Samanbera vit við Norra, svara tølini til gott 38 sálarfrøðingar í fullari tíð í føroyska sjúkrahúsverkinum. Hetta er millum annað orsakað av, at spesialiseraðir sálarfrøðingar við rættari góðkenning í Norra, formliga eru javnsettir við serlæknar. Við fleiri sálarfrøðingum í psykiatriini kundi mann raðfest sálarfrøðiliga servitan hægri og á tann hátt góðskutryggjað ta útgreinan og viðgerð, ið sjúklingarnir fáa. Harafturat sær mann á sjúkrahúsunum í londunum kring okkum, at neurosálafrøðingar, kreppusálarfrøðingar og heilsusálarfrøðingar í størri mun eru tilknýttir somatisku deildunum á sjúkrahúsunum. Tað finnast longu føroyskir sálarfrøðingar við omanfyrinevndu specialum, ið kundu starvast í føroyska heilsuverkinum til gagns fyri sjúklingar í Føroyum.

Afturat omanfyrinevnda kundu sálarfrøðingar í hægri mun verði tilknýttir primera sektorinum (t.d. kommunum og heilsumiðstøðum uttanfyri sjúkrahúsið). Í Norra hevur mann kommunusálarfrøðingar, og í Svøríki miðjar mann ímóti at manna allar kommunalar heilsumiðstøðir við í minsta lagi einum sálarfrøðingi. Soleiðis kann viðgerð frá sálarfrøðingi vera lætt atkomulig, ókeypis og uttan ávísing. Á henda hátt gerst tað lættari at fyribyrgja, at álvarsligar sálarsjúkar ella rúsevnistrupulleikar mennast hjá fólki, ið kunnu hjálpast um hjálpin er tilstaðar. Í Føroyum kundi mann á sama hátt sum í grannalondunum tikið stig til, at sálarfrøðingar verða settir í starv um alt landið í primera sektorinum.

Sjúklingar eiga rættin til góðskutryggjaða viðgerð

Ein týdningarmikil partur av at góðskutryggja viðgerðina, ið sjúklingar fáa, er at seta útbúnar sálarfrøðingar í starv. Tíverri eru sjúklingar ikki tryggjaðir, at sálarfrøðingar standa fyri øllum sálarfrøðiligu pørtum av viðgerðini í føroyska sjúkrahúsverkinum. Heitið sálarfrøðingur (cand.psych) er eitt vart heiti, ið boðar frá hollari útbúgving innan sálarliga heilsu, sálarsjúku, útgreinan, viðgerð, og sum heild menniskjans sálarligu menning ígjøgnum lívið. Sálarfrøðingar eru einasti fakbólkurin, ið sambært autorisatiónslógini hevur møguleika at fáa góðkenning. Góðkenningin boðar frá, at mann bæði hevur staðið 5 ára universitetsútbúgvingina og hevur neyðugar royndir við viðgerð og útgreinan av sálarsjúku. Hevur mann ikki neyðugu útbúgvingina, er viðgerðin ikki góðskutryggjað og livir ikki upp til viðmældu krøvini. Vit leggja dent á og hava stóra virðing fyri tvørfakligum samstarvi í viðgerðini av sálarsjúku, men tað sømir seg ikki, at aðrir fakbólkar enn sálarfrøðingar standa fyri sálarligari viðgerð ella útgreinan.

Vit vilja við hesum skrivi heita á føroysku myndugleikarnar og føroysk starvspláss at hjálpa okkum at velja Føroyar. Vit hava førleikar, ið vit ynskja at nýta til gagns fyri landið og sálarligu heilsu føroyinga, men tað krevur fakliga og fíggjarliga raðfesting, um vit skulu hava møguleika at starvast í Føroyum. Sálarlig heilsa eigur at takast í eins stórum álvara og kropslig heilsa - tað skylda vit hvørjum øðrum. Saman kunnu vit lyfta hesa uppgávu.                  

Nevndin í SÁL
- Trygvi í Liða, Maria Svabo Samulensen, Frida Poulsen, Jóhanna Davidsen og Høgni Miné