Viðgerð fyri seinárin av kynsligum ágangi

08/12/2016

Felagið hevur gjørt avtalu við Almannamálaráðið um viðgerð av seinárini vegna kynsligan ágang. Hetta fegnast vit um og síggja tað sum eitt stórt framstig, at landið gevur fólki, ið stríðast vegna seinárin, henda møguleika.

Avtalan inniber, at fólk, ið hava verið útsett fyri kynsligum ágangi barnaárini, kunnu fáa upp til 10 sálarfrøðiligar samrøður ókeypis. Ellivu sálarfrøðingar hava átikið sær uppgávuna, og sæst yvirlitið yvir teir sálarfrøðingar her.  

Øll heildarætlanin, sum Almannamálaráðið umsitur, er tøk á heimasíðu ráðsins.