< Aftur
Barnaverndartænastan við Skálafjørðin
Mýravegur 26, 620 Runavík
Tlf: 417095

J. Paturssonargøta 24, 100 Tórshavn.
Teldupostur: aepsykolog@gmail.com
Tlf: 582 555

Anna Elisabeth Iversen

Løggildur sálarfrøðingur; serfrøðingur í kliniskari barnasálarfrøði

Arbeiðsøki:

  • Viðgerð av børnum, ungum og familjum
  • Sálarfrøðiligar kanningar av børnum, ungum og vaksnum
  • Ráðgeving av foreldrum ella øðrum avvarðandi í mun til børn og ung
  • Supervisjón av sálarfrøðingum og øðrum yrkisbólkum
  • Barnaserkønar uppgávur
  • Undirvísing 

Útbúgving:

  • Sertifisering í MIM (kanningarháttur til samspælskanningar) (2021)
  • Útbúgving og sertifisering sum viðgerði í New Forest Parenting Programme (2020)
  • Sertifisering sum viðgerði í Cool Kids / Chilled (2020)
  • Serfrøðingur í kliniskari barnasálarfrøði, Dansk Psykologforening (2016)
  • Autorisatión, Psykolognævnet (2009)
  • Eftirútbúgving í kognitivari atferðar terapi við børnum og ungum, (2007-2009)
  • Kandidatútbúgving í sálarfrøði, Københavns Universitet (2006)
  • MA Psychology (Hons.), The University of Edinburgh (2002)           

Starvsroyndir:

Havi hollar royndir í viðgerð og útgreining av børnum og ungum við sálarligum avbjóðingum, og sum av ymiskum orsøkum eru í mistrivnaði. Havi eitt nú nógvar royndir við at viðgerða børn við ótta og tunglyndi, sjálvskaðandi atburði, umframt børn sum hava verið fyri keðiligum hendingum ella liva undir truplum lívsumstøðum. Havi eisini nógvar royndir innan menningarórógv, eitt nú ADHD og autismu spektrum órógv, bæði við kanningum, viðgerð og við ráðgeving av foreldrum og fakfólki í mun til hvussu tey best hjálpa barninum ella tí unga.

  • 2020 – d.d.      Sálarfrøðingur, Barnaverndartænastan við Skálafjørðin
  • 2012 - 2020     Leiðari, Barna- og ungdómspsykiatriska toymið,    Psykiatriski Depilin
  • 2018 - d.d.       Barnaserkønar uppgávur, Føroya Rættur
  • 2009 – 2012    Børne- og ungdomspsykiatrisk Center, Bispebjerg
  • 2007 – 2009    Universitetets Psykologiske Klinik, Københavns Universitet
  • 2006 – 2007    Psykiatriski Depilin, vaksinpsykiatri 

Viðgerðartilgongd:

Í mínum arbeiði við børnum og ungum, leggi eg dent á at inndraga foreldur og netverk í at fremja broytingar. Foreldrini eru tey sum eru um børnini í tí gerandisdegnum, og tí er umráðandi, at tey kenna seg ílatin at stuðla barninum ella tí unga í eini góðari menning. Í mun til viðgerð av ótta og tunglyndi brúki eg mest kognitiva atferðar terapi. Í mun til aðrar aðrar problematikkir, er tað ymiskt hvørja viðgerðar tilgongd eg nýti, alt eftir hvat aldurin á barninum/ tí unga er, og hvat fokusøkið er.  

Skeiðsvirksemi og ráðstevnur:

Leggi stóran dent á at dagføra meg fakliga, og havi luttikið í einari ørgrynnu av skeiðum í ymsum kanningar- og viðgerðarhættum, serliga í mun til børn, ung og familjur.

Limaskapur:

  • Føroyskir Sálarfrøðingar
  • Dansk Psykologforening
  • Selskab for Psykopatologi hos Børn og Unge