< Aftur
Jatnavegur 13
370 Miðvágur

Sálarfrøðistovan
Tórsgøta 17
110 Tórshavn

Tel.: +298 532336
Teldupostur: prior@kallnet.fo
Heimasíða: www.kst.fo

Ásla Eirikstein Prior

Løggildur sálarfrøðingur

Útbúgving

  • Skrivstovuútbúgving frá Fútaskrivstovuni í Tórshavn, 1970.
  • Útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur frá Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya, 1989.
  • Kraniosakral terapeut (KST) í 1992.
  • Rolfs Metoda© í kropsterapi í 1995.
  • ALT© andlitsmassaga í 1995.
  • Góðkendur undirvísari i kraniosakral terapi í 1997.
  • Sálarfrøðiligt embætisprógv cand. psych. frá Københavns Universiteti í 2010.
  • Tankafelt terapeut (TFT) í 2010.
  • Grundútbúgving í Kliniskari Hypnoterapi í 2011.
  • Autorisatión frá Dansk Psykolognævn í 2012.
  • Tvey ára útbúgving í Clairvoyant Healing í 2017.
  • EMDR – fyri børn og ung (traumaviðgerð) í 2017.
  • EMDR – fyri vaksin (traumaviðgerð) í 2018.

Starvsroyndir

  • Havi starvast innan skrivstovuyrki frá 1970 og í Heimarøktini í Miðvági og Sandavági frá 1982.
  • Starvast sum sjúkrarøktarfrøðingur á Lands-sjúkrahúsinum, Ellis- og Avlamisheiminum í Vágum og sum heimasjúkrarøktarfrøðingur í Vágum frá 1989-95.
  • Undirvíst í kraniosakral terapi og kropsterapium frá 1997 og undirvíst í sálarfrøði á Føroya Studentaskúla 2002-03.
  • Havi havt egnu viðgerðarstovu síðani 1992 og starvast sum sjálvstøðugur sálarfrøðingur í Tórshavn og Miðvági frá 2010.

Arbeiðstilgongd

  • Sálarlig viðgerð av børnum, ungum og vaksnum, pør og familjum.
  • Sorgsamrøður í samband við sjúku og deyða og eisini vegleiðing og ráðgeving um reaktiónir í samband við sorg hjá børnum og ungum.
  • Stressviðgerð og stressfyribyrging og viðgerð fyri trauma (PTSD), avleiðing av kynsligum ágangi, tunglyndi, ótta og fobi.
  • Spæliterapeutiskar viðtalur við børnum.
  • Virki undir sáttmála millum Heilsutrygd og felagið Føroyskir Sálarfrøðingar um fíggjarligt ískoyti til sálarviðgerð.
  • Veiti ókeypis sálarfrøðiliga hjálp fyri seinárin orsakað av kynsligum ágangi í barnaárunum, sí www.amr.fo fyri nærri kunning.
  • Vegleiðing, undirvísing og supervisión av starvsfólki í heilsu-, almanna- og skúlaverkinum.
  • Havi møguleika at taka sálarfrøðiligar testir av børnum og vaksnum t.d. WAIS-IV, WISC-IV, Rorschach, TAT, BDI o.a. fyri betur at kunna síggja, hvar og hvussu skal setast inn.
  • Viðgerð fyri pínu, ið t.d. kann stava frá spentum vøddum, liðum, skeivleikumí beinagrindini og høvdinum v.m.
  • Viðgerð fyri lesitrupulleikar.

Viðgerðartilgongdir

Í sálarfrøðiligum viðgerðum arbeiði eg út frá ymiskum sálarfrøðiligum tilgongdum, sum verða tilpassaðar tí einstaka. Oftast arbeiði eg út frá eini eklektiskari hugsan, sum inniheldur ymiskar teroretiskar hugsanir sum t.d. psykodynamiska teori, kognitiva atferðarteori, eksistentialistisk psykoterapi o.a. Eg samanbindi tær ymisku sálarfrøðiligu tilgongdirnar við mína sjúkrarøktar-frøðiligu vitan umframt mína vitan um eysturlendska tilgongd um kroppin, ið hevur energibanar og akupunkturpunktir.

Serlig áhugamál

Samanhangir millum tað kropsliga og tað sálarliga, har eg viðgeri eftir tørvinum hjá tí einstaka.

Limaskapur

Felagið Føroyskir Sálafrøðingar
Dansk Psykolog Forening
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar