< Aftur
Sálarfrøðistovan
Doktara Jakobsens gøta 19
P.O.Box 167
FO110 Tórshavn
tel.: +298 310335
fartelefon: +298 219667
Teldupostur: kathrina@sal.fo
Heimasíða: www.sal.fo

Kathrina Lindenskov Holm

Løggildur sálarfrøðingur; serfrøðingur í kliniskari barnasálarfrøði

Arbeiðsøki:

Kliniskur sálarfrøðingur.

Sálarlig viðgerð av einstaklingum og pørum.

Viðgerð av børnum og ungum.

Kanningar og metingar fyri stovnar og myndugleikar, kanningar av børnum og kanningar av foreldraførleikum.

Faklig vegleiðing/supervisión við sálarfrøðingum og øðrum yrkisbólkum á almennum og privatum arbeiðsplássum.

Fyrilestrar, skeið og onnur undirvísing.  

Útbúgving:

Cand.pæd. psyk. í 2004. Eri útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur í 1989.

Starvsroyndir: Kræftens Bekæmpelse, Unge og Sorg, undirvíst á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum, kliniskur sálarfrøðingur í egnari praksis í Sálarfrøðistovuni. 

Arbeiðstilgongd:

Mítt grundstøði er psykodynamiska tilgongd til terapi, og eg taki altíð støði ið teimum trupuleikum og umstøðum sum skulu loysast ella sum man skal fyrihalda seg til. Eg eri eisini útbúgving innan kognitiv atferðarterapi og útbúgving innan neuroaffektiv psykologi.

Til børn er tilgongdin spæliviðger í serinnrættaðum hølum til endamálið.

Tá talan er um sálarløstir og traumatiskar hendingar, kann tilgongdin verða EMDR “Eye Movement Desensitization and Reprocessing”.

Havi eisini terapeutútbúgving innan sorg og kreppu. 

Skeið:

Skeiðir í samband við specialisering 2019-2020

EMDR terapeutur, bæði innan vaksin og børn.

Eitt ára skeiði í viðgerð av sálarløsti og dissosiativum líðinum við Ellert Nijenhuis.

Grundútbúgvin innan hypnoseviðgerð

Serútbúgving innan spæliviðgerð 

Limaskapur:

Føroyskir Sálarfrøðingar

Dansk Psykologforening

EMDR Norge

Virki undir sáttmála millum Heilsutrygd og Felag føroyskar Sálarfrøðingar um fíggjarligt ískoyti til sálarviðgerð. Virkið undir avtalu við Almannaráðið um viðgerið av fyri seinárin og harðskap í nærsambondum.