< Aftur
Blái Krossur
Kongagøta 8
Telefonnummar: 770704
Teldupostur: susanna@blakross.fo

Súsanna Olafsdóttir Skaale

Løggildur sálafrøðingur

Eg havi eisini egið virki “Sálarheilsa”, har eg arbeiði við supervisión og fyrilestrum. Eg arbeiði ikki við einstaklingasamrøðum.

Arbeiðsøki: Bólkatilboð til børn, ung & avvarðandi hjá teimum sum stríðast við rústrupulleikar

Útbúgving: Cand. Psych. Frá Københavns Universitet 2006. Autoriserað av Dansk Psykolognævn 2009.  Havi eina 1 ára eftirútbúgving innan kognitiva viðgerð og eina í dialektiskari atferðarterapi. Havi eina styttri útbúgving í Mindfulness (MBSR) og Havi eisini eina 2 ár eftirútbúgving í arbeiðs & organisatiónssálarfrøði hjá m.a. Vibe Strøier.

Starvsroyndir: havi starvast nógv ár sum privatpraktiserandi við egnum virki Sálarheilsa. Havi eisini starvast í vaksinpsykiatri í umleið 3 ár, á Kvinnuhúsinum í 5 ár, og 5 ár á miðnámsskúlaøkinum við m.a. supervisión og undirvísing og við samrøðutilboði til næmingar.

Arbeiðstilgongd: arbeiði eklektiskt við støði í avbjóðingini, sum er.

Viðgerðartilgongdir: Í høvuðsheitum eri eg útbúgvin innan ymsar kognitivar viðgerðarhættir.

Skeiðsvirksemi og ráðstevnur: havi seinastu 14 árini verið regluliga á skeiði og altjóða ráðstevnum í m.a. ACT, DAT, Skematerapi og Compassion Focused Therapy

Limaskapur: Føroyskir Sálarfrøðingar