< Aftur
Sálarfrøðistovan
Doktara Jakobsens gøta 19
110 Tórshavn

Telefon: 310335
Fartelefon: 509570
Teldupostur: sigrun@sal.fo
Heimasíða: www.sal.fo

Sigrun Lindenskov Samuelsen

Løggildur sálarfrøðingur

Arbeiðsøki:

Veiti sálarfrøðiliga viðgerð til vaksin, ung og børn, bæði einstaklinga-, par -og familjuviðgerð. Foreldravegleiðing.
Sálarfrøðiligar kanningar fyri stovnar og myndugleikar.
Fakliga vegleiðing/supervisión til starvsfók innan ymsar yrkisgreinar.

Arbeiði m.a. við kreppu- og sorgreaktiónum í samband við deyðsfall, sjúku, hjúnakilnað og aðrar størri lívsbroytingar, bráfeingis kreppuhjálp, avleiðingum av kynsligum ágangi og øðrum ágangi, tunglyndi, ótta, strongd, mistrivna og sjálvvirðistrupulleikum. Spæliviðgerð og samrøður við børn. 

Útbúgving:

Cand. Psych frá Universitetinum í Keypmannahavn 1986. Autoriserað av Dansk Psykolognævn 1998.  Eftirútbúgving innan Sorg og kreppuviðgerð, Systemiska familjuviðgerð, EMDR, ICDP, Kognitiva viðgerð og Tankafeltterapi.           

Starvsroyndir:

Sálarfrøðistovan síðan 2014, Pædagogisk Psykologisk Ráðgeving í Rudersdal Kommunu (2007-14), Barnaverndartænastan í Tórshavnar Kommunu (2001- 07), Pædagogisk Psykologisk Ráðgeving á Bornholm (1996-2001), Almannastovan (1992-96) og Føroya Læraraskúli (1986-96)

Viðgerðartilgongdir:

Psykodynamisk, systemisk, narrativ og kognitiv tilgongd verður brúkt alt eftir, hvat hóskar seg best í einstaka førinum. EMDR (Eye Movement Desinsitazion og Reprocessing) verður m.a. brúkt til traumaviðgerð.

Skeiðsvirksemi og ráðstevnur:

Luttaki javnan á skeiðum og ráðstevnum innan- og uttanlands fyri støðugt at dagføra meg fakliga. 

Limaskapur:

Føroyskir Sálarfrøðingar og Dansk Psykologforening.