< Aftur
Niels Winthers gøta 7, 2. hædd
Telefon: 789980
Teldupostur: gurid.psykolog@gmail.com

Gurið Guyan

Sálarfrøðingur

Chartered Counselling Psychologist

Eg eri útbugvin doktari i sálarligari viðgerð og havi meira enn 7 ára kliniskar royndir innanfyri bæði tað almenna og tað privata.

Min bakgrund er í humanistiskari viðgerð.  Ein stórur partur av viðgerðini er at vit byggja eitt gott samband har tú kennir teg tryggan at tosa um tinar trupulleikar, har tú kennir teg hoyrdan og tú merkir at onkur er sum skilir teg.
 
Eg nýti ymsar sálarfrøðiligar viðgerðarhættir í minum arbeiði, til dømis Cognitive-behaviour therapy’ (CBT), Person Centred Therapy (PCT), Emotion Focused Therapy (EFT), Mindfulness, Compassion focused Therapy (CFT), og Acceptance and Commitment Therapy (ACT). Eg arbeiði út frá einum pluralistiskum sjonarmiði. Hetta merkir, at tín viðgerð verður bygd a tinar styrkir, og saman finna vit teir hættir ið best kunnu føra til sálarligan bata. 
 
Eg havi serkunnleika innan hesi øki: angist, strongd, tunglyndi, OCD, trauma og sorg. Harafturat havi eg nógvar royndir í viðgerð fyri kroniska pínu.
 
Eitt av mínum serøkjum er par-terapi. Eg veiti ‘couple-centred therapy’. Gransking hevur víst at hetta er ein sera effektivur háttur at arbeiða við par-trupulleikum, ið setur fokus á rúmið imillum tey í parlagnum, heldur enn at ‘finna feilir’ við ti einstaka.
 
Eg arbeiði eisini við børnum og ungum, og nýti ‘child centred play therapy’. Eg havi ein bliðan verumáta og eitt lætt lyndi, ið hevur víst seg at vera ein stórur fyrimunur á hesum økinum.
 
Eg eri ‘chartered’ limur i Bretska Sálarfrøðingafelagnum (British Psychological Society).

Arbeiði undir sáttmála millum Heilsutrygd og Føroyskar Sálarfrøðingar.
 
Our chartered membership reflects the highest standard of psychological knowledge and expertise. It is our gold standard, demonstrating a commitment to professional development and high ethical standards of practice, teaching and research (BPS, 2016).