< Aftur
Grønlandsvegur 5, veghædd,
100 Tórshavn

Teldupostadressa: anjaheinesen@protonmail.com

Anja Heinesen

Løggildur sálarfrøðingur

Arbeiðsøki:

Sálarfrøðilig viðgerð fyri m.a. ótta, tunglyndi og strongd

 

Útbúgving:

Cand.psych frá Københavns Universitet

Løggilding frá Dansk Psykolognævn

Undir eftirútbúgving í Metakognitivari terapi (Level 1) frá Metacognitive Therapi Institute (MCT-I), v/ Prof. Adrian Wells og Prof. Hans Nordahl

 

Starvsroyndir:

5 ára starvsroyndir sum sálarfrøðingur á Sernámi við m.a. fylgjandi arbeiðsuppgávum:

  • Samrøður við børn og ung.
  • Samrøður við foreldur at børnum á dagstovna- og skúlaøkinum.
  • Arbeiði við  samstarvi millum foreldur, skúla/stovn og fakfólk.
  • Supervisión av starvsfólki í dagstovnum og skúlum, herundir sertilboðum.
  • Ávísing til sertilboð og neyðugar metingar í tí sambandi.
  • Arbeiði við børnum, ið av ymiskum orsøkum aftra seg við at fara í skúla
  • Undirvísing og ráðgeving til skúlar og stovnar við atliti at at seta átøk í verk í umhvørvinum fyri at betra um trivnað.
  • Sálarfrøðiligar kanningar og metingar í sambandi við avbjóðingar innan t.d. innlæring, sosialar førleikar, kenslur og atferð.

 

Arbeiðstilgongd:

Arbeiði í høvuðsheitum út frá eini metakognitivari tilgongd. Tó taki eg altíð støði í tí einstaka.

Við metakognitivari tilgongd verður arbeitt við at minka um stúranartankar, ið á einhvønn hátt ávirka í gerandisdegnum. Viðgerðartilgongdin hóskar seg væl til m.a. ótta, tunglyndi og strongd.

 

Skeið:

  • Skeið í ”Back2School” (skúlaaftranarviðgerð), v/ Prof. Mikael Thastum og Cand. Psych. Christina Kjerholt frá CEBU, Center for Psykologisk behandling til børn og unge, Aarhuus Universitet
  • 1 ára skeiðsrøð í supervisiónsførleikum frá Impraxis
  • Skeið í árini av umsorganarsvíki á heila og eksekutivar funktiónir, og kanningaramboð í hesum sambandi, v/ Kate From og Rikke Kieffer, serfrøðingum í barnaneurosálarfrøði
  • Skeið í WISC-V (intelligenstest), v/ Kate From, serfrøðingi í barnaneurosálarfrøði
  • Skeið í Neuroaffektivari menningarsálarfrøði, v/ Susan Hart, serfrøðingi í barnasálarfrøði

 

Limaskapur:

Føroyskir sálarfrøðingar