< Aftur
Telefon: 254045
Teldupostur: annikahd@protonmail.com

Annika Helgadóttir Davidsen

Løggildur sálarfrøðingur og ph.d.

Arbeiðsøki

  • Gransking og undirvísing
  • Faklig vegleiðing/supervisión
  • Fyrilestrar, skeið og onnur undirvísing

Útbúgving

2016: Ph.d. (les meiri um verkætlanina her)
2010: Serútbúgving innan etingarólag
2010: Autorisatión frá Dansk Psykolognævn
2006: Kandidatútbúgving frá universitetinum í Keypmannhavn

Starvsroyndir

Árini 2007-2014 arbeiddi eg sum sálarfrøðingur á Psykoterapeutisk Center Stolpegård (Region Hovedstadens Psykiatri), har eg eisini havi gjøgnumført mína ph.d. verkætlan. Her arbeiddi eg við ambulantari viðgerð av fólki við etingarólagi. 

Í Føroyum starvaðist eg 2015-2018 sum sálarfrøðingur á miðnámsskúlaøkinum, har eg arbeiddi við supervisión av lestrarvegleiðarum, samrøðum við næmingum umframt fyribyrgjandi tiltøkum av ymsum slag. Saman við Súsonnu Skaale gjørdi eg í hesi starvssetan eina kanning av sálarheilsuni hjá miðnámsskúlanæmingum - hon kann lesast her.

Árini 2018-2021 starvaðist eg privat, m.a. við samrøðum og gransking, inntil eg í 2022 byrjaði sum adjunktur á Fróðskaparsetrinum.

Limaskapir

Føroyskir Sálarfrøðingar

Dansk Psykologforening

ICCE: The International Center for Clinical Excellence                                 

SPR: Society for Psychotherapy Research