< Aftur
Berin
Niels Finsensgøta 32, FO 100 Tórshavn
Telefonnummar: +298 222993/+298 222908
Teldupostur: frida@berin.fo
Heimasíða: www.berin.fo

Frida Poulsen

Sálarfrøðingur

Arbeiðsøki:

-       Einstaklinga- og bólkaviðgerð til børn, ung og teirra avvarandi, ið hava mist foreldur ella systkin.

-       Einstaklingaviðgerð til foreldur, ið hava mist barn.

-       Familjusamrøður.

-       Vegleiðing og ráðgeving til foreldur og fakfólk um sorg í samband við at missa og álvarsliga sjúku.

-       Viðgerð av kompliseraðari sorg og sálarligum avbjóðingum knýttum at sorg. 

Útbúgving:

Kandidatútbúgving í sálarfrøði frá Universitetinum í Keypmannahavn. 

Starvsroyndir:

-       Útgreining og viðgerð av innlagdum og ambulantum sjúklingum.

-       Sálarfrøðiligar kanningar, psykoedukatión og terapeutiskar samrøður við vaksin við ymiskum psykiatriskum avbjóðingum.

Viðgerðartilgongdir:

Mítt grundástøði er systemiskt og narrativt, tó nýti eg eisini kognitiva atferðarviðgerð. 

Skeiðsvirksemi og ráðstevnur:

Eftirútbúgving í viðgerð av kompliseraðari sorg – Universitetið í Oslo 2019-2021
Eftirútbúgving í sorg - Universitetið í Bergen 2021-

Limaskapur:

Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar