< Aftur

Esther Djurhuus

Sálarfrøðingur

Eg starvist sum leiðari í Almannaverkinum innan tað sosialpsykiatriska økið. Við starvinum havi eg fíggjarligaábyrgd, starvsfólkaábyrgd, ábyrgd av at tryggja trivnað og ábyrgd av at tryggja fakliga menningina hjá starvsfólki og bú- og viðgerðarstovnum. Harumframt standi eg fyri supervisión av starvsfólki.
Umframt starvið sum leiðari í Almannarverkinum, havi eg samrøður og undirvísi, sum partur av egna virkið.

Áðrenn eg starvaðist sum leiðari í Almannaverkinum, havi eg arbeitt sum autoriseraður sálarfrøðingur innan rúsevnisøkið og serøkið innan sjónveik. Mínar arbeiðsuppgávur, bæði í samband við rúsevnisnýtslu og sjónveik, vóru í stóran mun útgreiningar. Harumframt vóru arbeiðsuppgávurnar samrøður og supervisión.

Mínar fyrstu arbeiðisroyndir, eftir eg gjørdist liðug við lesna, vóru innan arbeiðs- og organisatiónssálarfrøði. Arbeiðsuppgávurnar vóru sum oftast samrøður ella arbeiðisrelateraðar útgreiningar.

Tíðaryvirlit:

Cand.psych. - 2015 við kandidatútbúgving innan Konsultativt arbejde i organisationer
Autorisatión - 2018
Specialistútbúgving - Byrjað í 2018 innan Arbeiðis- og organisatónspsykologi

CV kann síggjast á:
https://www.linkedin.com/in/estherdjurhuus/