Sálarfrøðingur næstforkvinna í Fólkaheilsuráðnum

01/03/2016

Tá landstýriskvinna Sirið Stenberg fyrr í dag útnevndi nýtt Fólkaheilsuráð, gjørdist greitt, at sálarfrøðingurin Kathrina L. Holm er næstforkvinna í ráðnum.

Samstundis kunngjørdi landstýriskvinnan, at eitt av høvuðsøkjunum hjá Fólkaheilsuráðnum komandi tíðina fer at vera sálarlig heilsa. Hesa uppraðfesting av sálarliga økinum eru vit sum felag sjálvandi sera fegin um.